Martin fylti 11 - hin 11.11.11

Martin Danielsen, sonur Jenny og Jóhan Danielsen, sum búgva í Lamba, var ein teirra, sum fylti 11 ár fríggjadagin - ella hin 11.11.11.

Portalurin var inni á gólvinum hjá familjuni kvøldið fyri føðingardagin og hitti tey trý, Martin, Jenny og Jóhan. Sjálvur hevði Martin glett seg ógvuliga nógv til júst hendan føðingardagin, og í skúlanum við Løkin í Runavík, har hann gongur í 5. flokki, høvdu næmingar sagt við hann, at hann er heppin júst at fylla 11 ár hin 11.11.11.

Á heimasíðuni hjá skúlaflokkinum var eisini okkurt skrivað um føðingardagin hjá Martini.

Jenny og Jóhan Danielsen søgdu, at tey í nøkur ár hava hugsað um dagfestingina á føðingardegnum hjá Martini hesaferð.

- Jú, tað eru nøkur ár síðan, at vit fóru at hugsa um, at hetta fór at vera ein serstøk dagfesting á hansara 11 ára degi, siga tey.

Tey ásanna eisini, at Martin hevur fingið eitt sindur meiri av ”uppmerksomheit”, bæði heima, í skúlanum og millum vinir í seinastuni, enn um dagfestingin hevði verið meiri tilvildarlig.

- Tað hevur kanska verið eitt lítið sindur av ”trýsti” um júst føðingardagin hesaferð, tó at vit ikki hava ætlað at gjørt meiri burtur úr enn vanligt, søgdu foreldrini.

Martin Danielsen er blíður og smílandi, og hann er ein virkin drongur, bæði í ítrótti og tónleiki. Hann eigur tvey onnur systkin, Jónvá, sum er 4 og Dánial, sum er 9 ár.