Martin er ættaður úr Leirvík og var tann triði av fimm systkjum. Foreldur hansara vóru Mary og Esmar Fjallstein, bæði úr Leirvík.
Martin vaks upp í Leirvík í tíðini beint eftir kríggið, tá útróðrarbátarnir áttu lívið í bygdini. Ein av teimum var Varvasteinur, sum pápin rak, tá Martin var so frægur, at kundi fara inn á Keiina sjálvur. Tá var bert tann gamli brimgarðurin at líta á, og neyðugt var, at bátarnir lógu uttan á hvørjum øðrum, fyri at allir kundu liggja samstundis. Egnt varð umborð og dreingirnir hildu seg afturat útróðrar¬monnunum. Egndu tá til bar, veiddu seið, sótu niðri undir ella spældu tvørturum bátarnar.
Bæði pápin og abbin, Martin Rólantsá, hildu dreinginum til. Hann var við á floti, hann sló í hoyna og hann røktaði kúnna. Annars gingu dagarnir við spæli niðri í Buð, fram við Mataránni, uppi undir Rók, uttanfyri Egg og úti á Vík. Martin hevur góðar hendur, og tað lá væl fyri at smíða og at tekna.
Tá barnaskúlin var liðugur fór Martin at ganga í preliminer í Fuglafirði. Har fór hann upp í skótarørsluna. Hann varð hugtikin av hesum felagsskapi og setti á stovn Skótalið Leirvíks Páls í Leirvík.
Síðani gekk leiðin til Havnar á Studentaskúlan í Hoydølum. Martin giftist við Betty Dalsgarð av Argjum. Tey eiga trý børn; Rúna, Fróða og Mariu.
Martin varð útbúgvin lærari av Odense Seminarium í 1976. Fyrstu árini var hann lærari á Føroya Fólkaháskúla og síðani við Argja skúla. Hesi árini var Martin uppi í ymsum virksemi, sum til dømis blaðstjóri á Búnaðar¬blaðnum og á 14. September og limur í Stiftstjørnini fyri fólkakirkjuna.
Í 1986 fluttu hann og familjan aftur til Danmarkar. Tey settust tey niður í Helsinge. Martin var lærari í fólkaskúlanum í nøkur ár. Síðani var hann lærari á eftirskúla til hann gjørdist leiðari á Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 1995. Martin hevur lagt nógva orku í at gera húsið so livandi og virki sum gjørligt innanfyri teir tøku fíggjarligu karmarnar.
Martin er sera áhugaður í søgu og siðsøgu. Hann hevur lagt nógva tíð í at savna tilfar um Leirvíkar bygd tey seinastu stórthundrað árini. Dugir væl at sita undir orðinum og at festa tær góðu søgurnar á blað. Nógvir tímar eru eisini tiknir upp á band. Hann hevur greitt frá summum av hesum í fleiri greinum í føroysku bløðunum. Tað hevði verið hugaligt, um Martin fekk savnað hetta tilfarið í eina størri heild.
Hjartaliga tillukku við seksti ára degnum og alt tað besta framyvir.