Martin fer ongantíð at enda sum Jon

Fyrrverandi Popstars-vinnarin Jon Nørgaard hevur herfyri ávarað X Factor Martin um, at lívið sum tannáringastjørna kann vera sera hart. Eftir at Jon vann Popstars kappingina fyri nøkrum árum síðani, føldi hann á egnum kroppi, hvussu fólk útnýttaðu hann fyri at vinna nógvan pening og hann kendi seg so pressaðan, at hann byrjaði at misnýta bæði rúsdrekka og rúsevni.

Jon heldur, at fyriskiparirnir av X Factor eisini bert hava nýtt Martin sum eina leiku í spæli teirra fyri at vinna nógvan pening. Áðrenn vinnarin av kappingini varð almannakunngjørdur segði Jon við Ekstra Blaðið:

- Eg haldi, at avgerðin longu er tikin. Martin skal vinna kappingina og fløga hansara er ivaleyst longu við at verða skrivað.

Sjálvur svaraði Martin tó í sama danska blaði:

- Eg las greinina, men eg stúri als ikki fyri at enda á sama hátt sum Jon. Eg kenni ikki Jon og eg veit tí ei heldur, hvussu hann er sum persónur, men eg haldi, at ein stórur partur er, hvussu man sjálvur er og hvussu atburðurin er í einari tílíkari støðu. Eg eri ikki sum hann og soleiðis verði eg heldur ongantíð.