Martin fekk sína superligudebut í kvøld

Martin Agnarsson slapp á vøllin seinastu løtuna, tá Viborg vann 3-1 á AaB á útivølli

Minuttirnir blivu ikki teir nógvu, men ein debut er ein debut.

 

Martin Agnarsson fekk sína superligudebut í kvøld, tá hann beint undan tíðini dómarin hevði lagt aftrat slapp á vøllin fyri Viborg.

 

Viborg vann 3-1 á AaB á útivølli, og beint áðrenn klokkan vísti 90 var Martin skiftur inn.

 

Martin fekk fyri stuttum sína debut á besta liðnum hjá Viborg, tá Viborg vann 3-2 á Ishøj á útivølli í donsku steypakappingini. Tá fekk Martin spælitíð í eitt korter av longdu leiktíðini.