Martin hevur sitið á beinkinum tveir teir fyrstu dystirnar

Viborg hevur bert fingið eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum í superliguni í 2024

Føroyski U21-landsliðsleikarin, Martin Agnarsson hevur verið við í hópinum tveir teir fyrstu dystirnar hjá Viborg í donsku superliguni í 2024.

 

Ígjár spældi Viborg javnleik 2-2 móti Hvidovre á útivølli, og í undanfarna umfarinum tapti Viborg 1-2 fyri OB á heimavølli.

 

Martin hevur tó ikki fingið nakra spælitíð í hesum báðum fyrstu dystunum í superliguni í 2024. Hann fekk fitt av spælitíð í venjingardystunum fyrst í hesum árinum. 

 

Viborg er triðaftast í deildini við 20 stigum. Sjey stig eru upp til sætta plássið, ið gevur atgongd til ovara endaspælið. Viborg hevur bert tríggjar dystir eftir at spæla í grundspælinum, og tí verður tað torført hjá teimum at røkka ovara endaspælinum. 

 

Komandi sunnudag hevur Viborg heimadyst móti Randers.