Martin er eisini ?The 1? í Evropa

15-ára gamli vinnarin av ?X Factor? hevur longu nú megnað at vinna nógv hjørtu bæði í Føroyum og í Danmark ? og nú hevur restin av Evropa eisini fingið eyguni upp fyri honum. Tvær vikur eru farnar, síðan Martin gav fyrstu stakfløgu sína ?The 1? út, men longu nú hevur hann sett nýtt met í Danmark. Stakfløga hansara er nevniliga tann stakfløgan, ið hevur verið heintað niður flest ferðir í Danmark nakrantíð ? heili 15.000 ferðir hevur hon nevniliga verður heintað niður higartil.

Men útlondini hava eisini fingið eyguni upp fyri danska sangtalentinum. Í farnu viku var sangurin ?The 1? nevniliga á 12. plássinum á Sony BMG hittlistanum yvir teir sangirnar, ið hava verið heintaðir niður oftast. Fleiri útlendsk plátufeløg hava eisini víst áhuga fyri Martin og Karina Foss Fenn, sum er promotion søluleiðari hjá Sony BMG sigur við Ekstra Blaðið:

- Eg havi tosað við ensku deild okkara, sum er sera áhugað í Martin. Harafturat ringdi Týskland um Martin til mín hósdagin?

Um áhugin fyri unga danskaranum heldur áfram á sama hátt, verður hann uttan iva at síggja aftur nógva aðrastaðni í Evropa framyvir.