Martin er aftur í Sarpugerði

Betri deildin menn: Martin Klein Joensen er aftur í Sarpugerði

Í kvøld váttar Víkingur, at Martin Klein Joensen er aftur í felagnum, eftir at hann í vetur skifti til Njarðvík í næstbestu deildini í Íslandi.

 

- Sum tað longu hevur ljóðað í fleiri miðlum, so er Martin Klein Joensen vendur heimaftur í Sarpugerði. Martin, sum skoraði 16 mál fyri okkara besta lið í fjør, valdi eftir kappingarlok í fjør at fara til Íslands at royna seg, men serligar umstøður gera nú, at hann kemur heimaftur, og sjálvandi í ljósablátt, skrivar Víkingur.

 

Víkingur og Martin Klein Joensen hava gjørt ein tvey ára sáttmála. Víkingur spælir í morgin klokkan 17 móti 07 Vestur í ársins fyrsta landskappingardysti.