Martin eitt slag av "krígsskipi"

- Tænastuskipið Martin skal brúkast í bardaganum móti laksalús, og tí er hetta eitt slag av "krígsskipi", sigur sjómanstrúboðarin, sum hevur vitjað umborð á Martini í dag.

Tænastuskipið hjá Bakkafrost, Martin, sum móttøka var fyri á Glyvrum í dag, er upprunaliga eitt frálandaskip í oljuvinnuni. Skipið er smíðað í 2005. Tað er 73,4 metrar langt og 16,6 metrar breitt. Martin hevur tveir Wartsila motorar á 2250 KW. Hann hevur eisini bógskrúvur bæði aftan og framman.

 

Føroyska Sjómansmissiónin, sum so mong onnur hevur vitjað umborð á Martini í dag, veit at siga, at síðan Bakkafrost keypti skipið, hevur tað fingið avlúsingarútgerð setta inn á dekkið. Martin skal soleiðis brúkast í bardaganum móti laksalús, og tí er hetta eitt slag av "krígsskipi", sum tikið verður til á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Martin skal pumpa laksin úr ringunum og inn í avlúsingarskipaninna. Her verður laksurin verandi í umleið 30 minurttir í sjógvi, sum er hitaður til umleið 30 stig. Síðani verður laksurin pumpaður út aftur í ein annan aliring, og dripnað lúsin verður samlað saman í posar. Føroyska Sjómansmissiónin veit eisini at siga, at tvær manningar á seks mans verða við Martini. Teir verða umborð í tríggjar vikur og hava so frí í tríggjar vikur.