Martin Eidesgaard farin

Fríggjadagin komu deyðsboðini av Martin Eidesgaard av Tvøroyri. Hann gjørdist 87 ára gamal.

 

Vit báðir hittust á B8 í 1998, tá vit lógu saman nakrar fáar dagar. Vit blivu sera væl og hava javnan havt samband síðan tá.

 

Tað er lagnunnar tilvild, at Martin ikki gjørdist skoti. Mamma hansara, Louisa, hevði nevniliga sum ung avgjørt, at hon skuldi flyta av landinum heilt til Amerika. Tó vildi hon fyrst læra seg enskt, og hon fór tískil fyrst til Aberdeen at læra málið.

 

Men um somu tíð sigldi ein ungur eiðismaður, Marius Eidesgaard, við skotskum trolara út frá Aberdeen. Í Aberdeen frætti hann um hesa gentuna av Tvøroyri og leitaði hana upp. Harvið kom sperðil í ætlanina hjá henni at fara til Amerika.

 

Tey giftust og fingu tvey børn, meðan tey búðu í Skotlandi, og Martin var tað yngra. Hetta var undir og eftir 1.heimsbardaga, tá alt var sera ótrygt. Tá helt mamman, at tað mundi vera frægast at fara aftur til Føroya. Harvið gjørdist skotin Martin tvøroyrarmaður, og væl var tað!

 

Martin kom at gerast fiskimaður stóran part av síni tíð, og serliga kom hann at rógva nógv út í Grønlandi. Tað var í 1939, at Martin fyrstu ferð fór til Grønlands at rógva út. Men við heimferðini á heysti sama ár kundi tað eisini gjørst seinastu ferð. Teir fóru heim við Niels R Finsen, sum við 250 útróðrarmonnum við Kappan fekk ein slíkan sjógv, at tað var júst um reppið, at teir bóru boð í bý.

 

Undir krígnum slapst ikki aftur til Grønlands. Hann var tá eina tíð við "Leivur Øssurson", sum var trolari á Tvøroyri. Danin Christian Venø sendi í 1948 ein heilan flota av fiskiskipum til Grønlands. Her var brúk fyri føroyingum at leggja teimum lag á, og ein av hesum var Martin. Tað gekk ikki væl, og Venø fór eisini á húsagang. Martin vildi hava teir at fara út á bankarnar, har føroyingar royndu, men teir høvdu fingið boð um at halda seg inni á firðunum, og úrslitið varð hareftir. Teir royndu eisini, sum teir fyrstu, við botngørnum á fjarðunum.

 

Í 1949 fór Martin aftur til Grønlands við "Vesturvík" úr Fámjin, sum royndi út frá syðru Ravns Stóroy. Tað var her, at Martin hevði róð út 10 ár frammanundan. Hann vildi nú síggja hvussu skilið var á bátinum, sum teir høvdu sett frá sær í 1939. Teir funnu bátin aftur í sama standi, sum tá teir fóru frá honum. Og tá teir settu tendringina í startaði motorurin við fyrstu roynd. Martin róði tískil út við Eirik Reyða hetta summarið. Teir búðu fimm mans í skúrinum, meðan Vesturvík lá fortoyað úti á. Tað gekk fínt í fyrstani, men so minkaði fiskurin, og Vesturvík fór til havs at royna við línu.

 

So kom ísur drívandi gjøgnum fjørðin. Hann gjørdist so nógvur, at teir máttu draga Eirik Reyða. Men so spjaddist ísurin aftur. Martin fór so at tosa við hinar um at fara út at krússa millum ísfjøllini at vita um nakar fiskur var. Hinir hildu, at tað mundi ikki loysa seg, men Martin segði við teir, at toskurin kom so ikki inn til teirra at siga frá, at hann var komin! Teir fóru so, og tá var so smekkfult av fiski at fáa. Martin sendi so fjarrit til Vesturvík at siga frá. Teir komu inn aftur, og skipið varð fult eftir fáum vikum. Hervið var prógvað at tað var grundarlag fyri útróðri í Grønlandi.

 

Síðan róði Martin út í Grønlandi í nógv ár, og er hann tískil ein partur av søguni um grønlandsútróðurin. Hann luttók m.a. í sjónvarpssendingum um hetta evnið fyri nøkrum árum síðani.

 

Tað var stuttligt og hugnaligt at hitta Martin á máli og blíð vóru tey at koma inn til. Hann visti nógv at siga frá og var sera lættur av lyndi. Martin var giftur við Ásu úr Sørvági. Tey eiga sonin Martin. Hann er giftur við Hervør, og tey eiga børnini Anniku og Helgi. Sum ein kann ímynda sær ein gamlan proletar av Tvøroyri, so var hann "føddur" javnaðarmaður inntil tað síðsta!

 

Martin rakk høgan aldur, og hann hevur havt tað gott inntil fyri kortum. Hann var sera virkin heilt upp í elliár. Hann hevði seyð og fór ofta á flot. Tað er við sorgblídni at sagt verður farvæl við hann. Tað var stuttligt at koma at kenna Martin, og fari eg at minnast hann sum eina góðan og trúfastan vin.

 

ó.