Deyðin spyr ongan - og tað kom púra óvart á okkum, at boð nú vóru eftir Martini, sum trúliga hevur røkt sítt parttíðarstarv á prentsmiðju okkara síðani miðskeiðis í áttatiárunum. Men, sum Martin sjálvur plagdi at siga - hesum ráða vit ikki sjálv!
Tey, ið kendu Martin vistu, at tey høvdu fingið ein vin fyri lívið, tí trúfastari vini enn Martini, skalt tú leita leingi eftir.
Martin Drangá var sera ættkærur og var sera góður við familju sína, ikki bert tey nærmastu, men eisini longur út.
Tað var so týðuligt, at Martin hevði áhuga og skil fyri ætt, tí hevði tú einaferð hitt hann, so visti hann ein hóp um familju tín, næstu ferð, tú hitti hann.
Martin varð føddur í Skopun 3. september í 1949, og hóast hann hevur búð uttan fyri heimbygdina meginpartin av ævi síni, var hann sera góður við heimbygdina og vitjaði hann ofta suður.
Í yngri árum búði Martin í Danmark, men heimafturkomin hevur hann starvast á Verkstaðnum Vón, og var hann sera glaður fyri hetta arbeiðsplássið, eins og hann var sera góður við starvsfólkið og starvsfelagarnar.
Tá Verkstaðið vón brann í grund flaggdagin 1996 vísti Martin harm sín í samrøðu í Sosialinum, har hann so skilagóður greiddi frá, at hann var um at gráta av harmi - men samstundis vísti hann á, at 1996 var ár teirra menningartarnaðu, og tí vónaði hann, at tey skjótt sluppu til arbeiðis aftur.
Tá verkstaðurin í fjør lat uppaftur í nýggjum hølum, var Martin sjónliga fegin - og fleiri dagar frammanundan tryggjaði hann sær, at blaðið fór at verða umboðað móttøkudagin.
Martin Drangá var trúgvandi maður, og hann visti, at tað er Gud sum stýrir, og átti kristnilívið í Føroyum ein av sínum trúgvu stuðlum í Martini.
Á Sosialinum er saknurin stórur. Martin var ein álitismaður har hann starvaðist, iðin og nærlagdur.
Vit lýsa frið yvir minni um Martin Drangá.
Starvsfólkið á Sosialinum









