Martin Christensen uppsagdur í HB

Danski miðvallarin hjá HB, Martin Christensen, sum í fjør taldist millum teir stinnastu hjá gullvinnarunum, er nú uppsagdur í havnarfelagnum.

HB hevur sagt sáttmálan við danska miðvallaran hjá sær, Martin Christensen, upp. Stjórin í Havnar Fótbóltur, Steinfinn Mittelstein, sigur, at avtalan millum HB og Martin Christensen er uppsøgd, tí at felagið ikki metur, at danin hevur gjøgnumført sáttmálan.

Kom skaddur til Føroya
Steinfinn Mittelstein hevur ikki tær stóru viðmerkingarnar til málið, men hann viðgongur tó, at høvuðsorsøkin til at Martin er uppsagdur, er tann, at danin ikki var frískur, tá ið hann kom aftur til Føroya í vetur. - Støðan er tann, at avtalan hjá Martin er uppsøgd, og løgfrøðingurin hjá okkum tekur sær av málinum víðari, sigur Steinfinn Mittelstein.
Martin Christensen hevur ikki verið nógv at sæð á besta liðnum hjá HB í hesum kappingarárinum, millum annað tí at hann hevur verið nógv darvaður av skaða. Í fjør taldist danin millum grundstuðlarnar á HB-liðnum, sum vann føroyameistaraheitið, og sum skilst trívast Martin og unnustan Sabine stak væl í Føroyum, so ikki er óhugsandi, at danski miðvallarin verður at síggja á onkrum øðrum føroyskum liði í næstum. Sjálvur vil Martin Christensen ikki gera nakrar viðmerkingar til málið enn.