Martin í Budapest

Føroyameistarin úr Havn er í hesum døgum í Ungarn har hann luttekur í einari IM-kapping

Talv

19 ára gamli Martin Poulsen hevur ætlanir um at telva nakrar kappingar á evropeiska meginlandinum innan jól. Í Budapest legði hann frá landi. Í kappingini, sum er nevnd First Saturday, eru ellivu luttakarar, fimm altjóða meistarar og tíggju umfør. John Arni Nilssen fekk sín næsta IM-norm í júst somu kapping í august.
Átta umfør eru leikt og Martin hevur 4,5 stig. Miðalmótstøðan hjá Martini er 2260. Tískil liggur føroyingurin higartil eitt lítið vet omanfyri sína væntaðu skoru, men normmøguleikin er tó farin. Kravið var nevnliga 7 stig av 9, ella 7,5 av 10. Vinnur Martin síni seinastu tvey talv, endar hann eitt stig frá norminum.
Telvingin hjá havnarmanninum hevur verið heldur óstøðug. Hann hevur í eyðkendum stíli telvað kompromileyst, sum hevur viðført fýra góðir sigrar, men eisini trý tap og ein javnleik. Tá trý umfør vóru leikt, hevði Martin eitt stig. Hann reisti seg tó og vann í fjórða og fimta umfarinum. Í sætta umfari brast norm vónin tá hann mátti lúta, men í sjeynda og áttanda umfari vann hann og leikti javnt.
Úrtøkan hjá Martini móti teimum fimm IM´arunum, sum hann longu hevur hitt, er tvey stig. Seinastu tvey talvini í kappingini verða móti javnt sterkari mótstøðu. Martin liggur á einum deildum triðja plássi nú kappingin av álvara er farin at líða móti endanum.

Sokolov og Nikolic í Íslandi
Eins og í fjør í 1st Selfoss Milk Tournament, deildu Ivan Sokolov (2695) og Predrag Nikolic (2647) fyrsta plássið millum sín í 2nd Selfoss Milk Tournament. Talvfelagið Hrókurinn, sum eitt nú Flóvin Tór Næs og Rógvi W. Rasmussen seinastu árini hava leikt við, skipar fyri. Sokolov er eisini á limalistanum hjá Hróki.
Kappingin í ár varð rættiliga jøvn í toppinum. Nikolic hevði leiðsluna heilt fram til sjeynda umfar, tá Sokolov tók hann aftur. Eisini russin Malakhov (2696) fylgdi væl við, og endaði bert hálvt stig aftanfyri vinnarnar.
Sokolov og Nikolic fingu sjey stig av níggju, meðan Malakhov fekk hálvtsjeynda stig. Ein stór succes hjá føroyavinunum báðum, og eftir hendan kappingarsigur hevur Sokolov omanfyri 2700 í rating!

Umgdómskapping í Gøtu
Leygardagin varð fyrsta ungdómskappingin í heyst telvað í Gøtu skúla. Í elsta bólkinum, fødd 1987-88, vórðu tveir vinnarar, Heri Thomsen úr Gøtu og Rógvi Mortensen úr Havn. Henry Berg úr Havn varð tann triði í røðini.
Í aldursbólkinum 1989-90 vórðu eisini tveir vinnarar, Rógvi Dragaberg úr Klaksvík og Helgi D. Ziska úr Havn. Berint Kalsø úr Klaksvík bleiv nr. 3.
Í næstyngsta bólkinum, 1991-92, endaði Rógvi E. Nielsen úr Sandavági langt fremstur. Fýra telvarar deildu annað plássið; Margar Berg, Høgni Svabo, Eilif Arge og Regin Sivertsen.
Í yngsta bólkinum, fødd í 1993 ella seinni, vann Olaf R. Samuelsen. Heiðrikur Jacobsen varð nr 2, meðan Rúni og Johann Vørmadal deildu triðja plássið.
93 børn luttóku. Onnur kappingin í røðini verður í Havn 15. novembur meðan finalukappingin verður 29. novembur, somuleiðis í Havn. Kappingarnar eru beinleiðis úttøkukappingar til NM fyri unglingar, sum verður í Svøriki komandi ár.