HB hevur í dag vitjan av fyrrverandi FCK og Livorno spælaranum, Martin Bergvold. In.fo hevur leingi sett hann í samband við HB, hóast bæði spælarin og venjarin hjá HB, Sigfríður S. Clementsen, hava spælt skiftið niður.
Les eisini: Hesir skulu vinna FM fyri HB
Í dag kom danski miðvallarin við flúgvarinum til Føroya, at hyggja eftir umstøðunum í HB. Sum skilst, so verður hann ikki at síggja á vøllinum til venjing.
HB hevur í farnu viku havt vitjan av Daniel Pedersen, eisini nevndur Elly. Sum skilst, so vónar HB at fáa avtalu í dag við teir báðar. Somuleiðis venja Sebastian Pingel og Thiago Pinto Borges við HB í hesum døgum.