Martin Berg vann á tungu dreingjunum

Martin Berg er sannførandi FM vinnari í tungvektsbólkinum í inniróðri

Martin Berg er sannførandi FM vinnari tungvektsbólkinum í inniróðri. Hetta var longu greitt eftir Martin Berg hevði lagt fyrstu 500 metrarnar aftur um bak. Tá hevði hann longu sent næsta kappingarneytan átta sekund aftur um. 

 

Martin gjørdist FM vinnari við tíðini 6.11.2.Hann róði fyri Argja Róðrarfelag. Magnus Madsen gjørdist næstur honum. Hann kom á mál við tíðini 6.23.2. Hann róði fyri Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag. Nummar trý gjørdist Bergur Johansen úr Miðvágs Róðrarfelag. Hann kom á mál við tíðini 6.36.1. 

 

Heili seytjan luttakarar kappaðust í tungvektsbólkinum. Hóast Martin berg vann við tólv sekundum, hevur hann tó eitt fitt petti niður til skjótastu tíðina í tungvekt. Hana eigur Sverri Sandberg Nielsen -  5.56.2. Hendan tíðin er tó ikki føroyskt met, tí hann hevur róð hana í óalmennum høpi í Danmark. Tískil stendur tíðin hjá Jón Rosenblad enn sum føroyskt met. Hon er 6.03.