Martin Agnarsson hevur aftur brotið óstbeinið

Martin Agnarsson var enn eina ferð lagdur undir skurð

Føroyski U21-landsliðsleikarin hjá danska superligafelagnum, Viborg FF er alt annað enn heppin.

 

Nú hevur hann aftur brotið óstbeinið, er aftur lagdur undir skurð, og aftur ganga tveir mánaðir áðrenn hann er klárur at tørna til aftur fyri Viborg. 

 

Við heimasíðuna hjá Viborg FF sigur Martin: - Hetta er sjálvandi alt annað enn stuttligt, og eg kenni meg serstakliga óhepnan. Eg havi annars havt eitt gott tíðarskeið á venjingarvøllinum, og so hendir hetta aftur. Tað er ræðuliga keðiligt.

 

Men eg fari at koma sterkt aftur, og eg veit so hvat tað er, ið eg skal ígjøgnum. So eg fari at haldi meg í góðum lagi, og so gleði eg meg til at koma aftur á vøllin, sigur Martin.