Martial er ársins ungi spælari í Evropa

Nú hevur so ein spælari hjá Manchester United vunnið nakað hetta kappingarárið

Tað gongur av skriðuni hjá Manchester United, sum hevur ringt við at finna málið hjá mótstøðuliðununm, og liðið upplivir eina eyðmýking fyri, og aðra eftir. Og í dag tapi United 1-2 á heimavølli ímóti Norwich City. Men nú er so loksins okkurt jaligt hent hjá teimum reyðu í Manchester.

 

Ungi framherjin hjá Manchester United, bert 20 ára gamli franski framherjin Anthony Martial er valdur til ársins besta unga spælara í Evropa. Tað er italska blaðið "Tutto Sport", sum stendur fyri handanini av virðisløn til ársins unga spælara í Evropa. Virðislønin verður nevnd "European Golden Boy". Virðislønin var handað á fyrsta sinni í 2003.

 

Millum teir, sum hava vunnið virðislønina áður eru Lionel Messi, Sergio Agüero, Wayne Rooney, Cesc Fabregas og Paul Pogba.

 

Anthony Martial vann frammanfyri framherjan hjá Bayern München, Kingsley Coman og høgra bakkin hjá Arsenal, Hector Bellerin. 

 

Vinnarar undanfarnu árini :

2003: Rafael van der Vaart
2004: Wayne Rooney
2005: Lionel Messi
2006: Cesc Fabregas
2007: Sergio Agüero
2008: Anderson
2009: Alexandre Pato
2010: Mario Balotelli
2011: Mario Götze
2012: Isco
2013: Paul Pogba
2014: Raheem Sterling