Nú fækkast í túni av fólkunum teim,
sum Toftanes einaferð átti,
sum lívið á grúgvuni goymdu í eim,
við fedranna stillføra mátti.
Um Martha tú flutti úr bygdini burt,
so vitjaði trúføst tú aftur,
á staðið, har kveikt varð tín lívsins urt,
sum mongum bleiv signing og skattur.
Tú sat fyri tínum so vís og so góð,
har ansin tú ættina aldi
so heim títt á Skála sum mynstur stóð,
har umsorgan tín átti valdið.
Hjá Arnhold og tær vóru eydnukor,
tit Hans Jákup og Elina áttu,
at ala upp við tykkar ríka borð,
í vakrastu vælasmáttu.
Og væl tit aldu upp tykkara urt,
vit sóðu á sorgardegi,
nú støv títt fór til fedrar burt,
tey fylgdu tær á vegi.
Tey øll, sum áttu tykkum kær,
ja, ættarliðið nýggja,
teg síðsta strekkið burtur bar
til gylta borg at síggja.
Nú eiga børn, og børn hjá teim,
á halgum staði túgvu,
sum minnir tey um valaheim,
og kærleika í rúgvu
Har stjørna bjørt við Himnagrind,
á náttartíma lýsir
har eiga tíni øll nú mynd,
sum veg til ljós títt vísir.
----
Verð heilsað, Martha, við frá oss,
nú tú um gylta liðið,
bleivst tikin burt úr stríð og knoss,
at hvíla í Guds friði.
Tær unnist, nú tú farin er,
úr stríði tínum, Martha,
á tína evstu foldarferð,
alt Himins ljósið bjarta.
p.










