Heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari, brasilska Marta Vieira da Silva, gjørdist fríggjadagin arbeiðsleys, tá felag amerikanska hennara, Los Angeles Sol, fór á húsagang. Tískil stendur henni og hinum spælarunum frítt at leita sær til onnur feløg. Sum skilst, bendir nógv á, at Marta endar í Atlanta Beat, sum frammanundan hevur fleiri spælarar, hon fyrr hevur spælt saman við, tá hon var í svenska Umeå.