Eysturkommuna hevur samtykt at seta Martu Thomsen úr Norðragøtu í starv sum leiðara á Dagstovninum Gjáa. Marta, sum er 32 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur.
Hon hevur starvast sum námsfrøðingur, varaleiðari og seinasta árið sum fyribilsleiðari á Gjáa fyri Torgerð Hansen, sum var í farloyvi, og sum ikki ynskti at koma aftur í starvið.
Marta Thomsen byrjar í starvinum tann 1. august 2010.











