Símun Jákup Højstedt gjørdist so góður við tíkina Martu at hann influtti hana úr Kina til Føroyar.
Vanliga er annars at tvey ára gamlir hundar enda sum døgverðamatur í Kina. Marta arbeiddi sum skipshundur umborð á bátinum har Símun Jákup Højstedt arbeiddi í Kina.
Í byrjanini hugsaði hann ikki um, at taka hana við til Føroyar, men sum tíðin leið og vinarbandi styrktis, birtist tankin um at taka hana við tá hann fór heim.
Men ferðin heim til Føroyar gjørdist tó drúgvari enn vænta. Símun Jákup skilti tað sum at 21 dagar skuldu verða gingnir frá tí at Marta var koppsett, til hon kundi koma til Føroyar. Soleiðis var tíanverri ikki - tað vóru 28 dagar, og tískil varð Marta steðga á flogvøllinum í Vágum og tollarirnir hóttu við at avlíva hana ella senda hana av aftur landinum.
- Eg gjørdist illur tá eg kom í Vágarnar. Eg hevði flogi einar 30 tímar og ferðast í fleiri dagar, sigur Símun Jákup.
Men har var einki at gera, Marta var noydd av landinum aftur og niður til Danmarkar at sita í karatenu í seks dagar.
Týsdagin lendi so Marta at enda í Føroyum. Einasta Símun Jákup hevur fingi hana at eti higartil er skerpikjøt. Vanligan hundamat er hon ikki von við, og tá tey bæði vitjaðu djórahandilin fór hon beinleiðis eftir marsvínunum, í staðin fyri hundakeksunum.