Nú er greitt, at kristiligi bólkurin Marstin and the Revelators framføra á Gøtusandi í summar, til ársins G! Festival. Síðani teir byrjaðu í 2008, hava hesir ungu menninir spælt fyri fleiri túsund áhoyrarum á festivalum runt um í Evropa. Eitt nú kann nevnast Bretland, Ísland og Føroyar. Martin er kendur fyri at verða nærverandi á pallinum og hetta smitta eisini av á áhoyrararnir. Sangir sum Salmon Song fær áhoyrararnar í kók. Teir hava longu vunnið tríggjar kappingar í Bretlandi, millum annað kann nevnast Moles Students Battle of the Bands og The best of the South West Acoustic. Í 2008 og 2009 trein bólkurin á pall á Fjarðafestivalinum, og nú ber til at uppliva teir á ársins G! Festivalinum.
Á heimasíðu sínari, siga fyrireikarar millum annað soleiðis um nýkunngjørda navnið.
?Ein Marstin-konsert er altíð eitt upplivilsi. Bjálkin, alt hvílur á, eru stuttligu, dummu og ofta djúpu søgurnar, sum hann fortelur. Tað, sum so veruliga ger tað áhugavert, er hvussu hann fortelur tær. Marstin lyftir seg á sínum konsertum uppum vanligu, beint fram konsertina við tónleiki einans. Hann argar áhoyrararnar við skemtiligum viðmerkingum og øsir teir við løgnum felagssangi. Hann er ikki bangin fyri at hoppa av pallinum og hevur fyrr býtt mikrofonir út millum samankomnu fjøldina, so tey kunnu avloysa hann?