Marstin & the Revelators, hevur gøtumannin Martin í Grund til oddamann. Orsøkin til, at Martin verður stavsettur Marstin, er fyri at fáa tey enskt talandi at úttala navnið rætt. Bólkurin varð stovnaður fyri umleið einum árið síðani á einum tónleikaskúla í Coventry í Onglandi, og tað er orsøkin til, at tveir onglendingar eru við í bólkinum. Hinir limirnir í bólkinum eru Pauli Poulsen, Matt Harris og Samuel King, ið leika á ávikavist guitar, bass og trummur. Harumframt hava teir til framførsluna á Fjarða Festivalinum, fingið Jákup Justinussen, sum føroyingarnir í bólkinum hava kent leingi, at leika á tangentar.
Oddamaðurin
Martin Mohr í Grund er 23 ára gamal. Hann skrivaði sín fyrsta sang sum níggju ára gamal, og sær seg sjálvan fyrst og fremst sum sangskrivara.
- At skriva tekstir og løg eru tey evnini, mær eru givin. At eg spæli guitar í bólkinum er bara av tilvild, tí tað er ljóðføri eg dugi best at spæla.
Hann skrivar bæði løg og tekstir hjá bólkinum, sum hann síðani tekur við í venjingarhølið, har hinir í bólkinum hjálpa til at gera nakrar smávegis broytingar.
Fortelja søgur
- Ætlan okkara er at fortelja søgur og at seta fleiri spurningar, enn vit koma við svarum til. Íblásturin kemur í flestu førum úr gamla testamenti, har nógvar áhugaverdar og sigandi søgur eru. Harumframt eru nógvir tekstir um blomstur og fuglar, sum eisini eru ein áhugaverdur partur av lívinum. Hóast bíblian skal takast í ramasta álvara, er ætlanin at halda eina glaða og karismatiska framførslu.
Ungir kristnir menn
Bókurin heldur seg ikki vera ein kristnan bólk, tí teir vita ikki hvat eyðkennir ein tílíkan, men teir eru allir kristnir og eru við í samkomum.
Um málini hjá bólkinum, sigur Martin í Grund, stutt og greitt.
- Vit vilja gera so nógv gott sum møguligt á so nógvum støðum sum møguligt.
Oddamaðurin í bólkinum greiðir eisini frá, at tónleikaliga spenna teir frá punk til country, og vanligasta viðmerkingin teir fáa, er at teir eru øðrvísi enn aðrir bólkar.
Broytingar í væntu
Á framførsluni á Fjarða Festivalinum, verða sum nevnt tríggir føroyingar á pallinum, men tá oddamaðurin, um stutta tíð fer niður aftur til Onglands á tónleikaskúlan, verður hann einsamallur føroyingur í bólkinum.
Á Fjarða Festivalinum gleða Marstin & the Revelators seg serliga til Sarah Kelly, sum teir kenna frá eini konsert í Íslandi.