Marseille vil hava Drogba

Í 2004 fór Didier Drogba úr Marseille, har hann bert vísti síni kynstur í eitt ár. Nú er eitt ár eftir av sáttmálanum við Chelsea, og nú sigur formaðurin í Marseille, at tað hevði verið ein dreymur at fingið Drogba aftur, tá tíðin hjá honum í Chelsea er liðug. – Øll vilja hava Drogba aftur til Marseille, og eg fari at kann, um tað ber til, og um vit hava ráð til hann, sigur Jean Claude Dassier, sum er formaður í Marseille, við Le JDD í Fraklandi. Drogba hevur altíð verið jaligur, tá hann tosar um árið hjá sær í Marseille.