Mars seldur til Hósvíkar

Fyrrverandi línuskipið Mars, sum seinnu árini hevur verið brúkt í frálandavinnu, er selt til Hósvíkar. Tað er partafelagið Thor í Hósvík, sum hevur keypt skipið

Mars er seldur úr Sandavági til Hósvíkar. Partafelagið Thor í Hósvík hevur keypt skipið frá partafelagnum Hýsisá í Sandavági.
Mars er fyrrverandi línuskip, sum seinni árini hevur verið brúkt í frálandavinnu. Mars æt í síni tíð Eirikur jallur og var fyrsta føroyska skipið, sum varð yvirdekkað.
Hans Andrias Joensen, stjóri í felagnum Thor í Hósvík, sigur, at teir hava keypt skipið at hava til at taka.
Høvuðsorsøkin er, sigur hann, at Mars hevur sama slag maskinu, sum Tórsvík, sum Thor eisini eigur, og hon kann tí vera hent at hava sum eykalutir at taka til. Annars er ætlanin at taka innan úr skipinum ymiskt, sum nýtast kann. So sum nautiska útgerð o.t., sigur Hans Andrias Joensen. Helst verður skipið upphøgt, væntar hann.
Men fyrstu tíðina verður tað liggjandi í Hósvík sum goymsla, um til ber at siga so. Skipið skal goyma eitt fiskiloyvi hjá Leitissteini, sum Thor eisini eigur, men sum í løtuni er í frálandavinnu uttanlands og tí má geva fiskiloyvið frá sær. Fyri ikki at missa hetta loyvi, verður tað nú flutt yvir á Mars, sum fer at hava tað, til Leitissteinur kemur aftur.
Hvørki seljari ella keypari vilja siga nakað um prísin fyri Mars. Bert tað, at hann er lágur. Sum fyri ein væl brúktan Jeep, sigur seljarin.