Tað er ikki vandaleyst at hava sum arbeiði at koyra millum bygdir.
Hetta kann Erling Eysturoy í Havn sanna. Hann hevur vørukoyring, og tríggjar ferðir er tað hent, at hann í bili er tikin av hvirlu.
Eina ferð hendi tað honum í Gøtu, eina ferð í rundkoyringini í Kollafirði, og triðju ferð var nú á Sundi.
Erling Eysturoy heldur ikki, at hann tók nøkur óráð fyri, tá ið hann um morgunin fór úr Havn.
- Eg kannaði allar veðurstøðir, og boðað varð ikki frá so nógvum vindi, sigur hann.
Tá ið hann var á veg suðuraftur, ringdi sonurin og segði, at tað var sera nógvur vindur í Havn. Hann beyð sær til at koma norður til Kollafjarðar við einum minni bili eftir pápanum.
- Tá ið eg kom til Kollafjarðar, var næstan logn, so eg tímdi ikki at ringja eftir soninum.
Erling Eysturoy fór gjøgnum Kaldbakstunnilin.
- Men tá ið eg kom út, stóð alt í einum roki. Vindurin var undan, so eg væntaði tó, at tað fór at ganga.
Tá ið hann so koyrdi niðan gjøgnum brekkuna eftir SEV-virkið, helt hann seg renna seg í eitt grovt kavaæl, men tað vóru einir 80-100 smásteinar, sum komu flúgvandi móti bilinum, og tá var eg bangin fyri, at tað fór at verða galið, sigur Erling Eysturoy.
Tá kom ein ógvusliga hvirla, tók í bilin, sum koppaði á vegnum og fór út um bilverjuna.
Helt alt var av
- Takið á bilinum kom niður móti høvdinum, og tá eg helt mín seinasta tíma vera komnan.
So skjótt sum bilurin steðgaði, leyp hann út, tí tað hevði ikki verið lukkuligt, tí høgt var niðurfyri.
- Beint sum tað hendi, sat eg og át eina banan í bilinum, og tá ið eg kom úr bilinum, hevði eg framvegis bananskalið í hondini.
Fleiri bilar koyrdu aftan á honum, og tí kundu fólk beinanvegin koma til hjálpar. Tað er Erling Eysturoy takksamur fyri. Sjúkrabilur kom eftir honum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Hann breyt ella brákaði rivjabein, fekk hol á høvdið, blátt eyga og skøvur eftir vinstru lið og í andlitið.
- Jú, eg havi ilt, men eg fái pínustillandi heilivág, tá mær tørvar hann. Læknin var stuttligur, tá eg gramdi meg um pínu. Hann segði, hann kundi ugga meg við, at pínan verður verri í næstu viku.
Lagið á Erlingi Eysturoy er gott, men hann má ansa sær, tí hann fær ógvuliga ilt, tá ið hann flennur ella hostar.
Erling Eysturoy hevur fingið at vita, at einki er hent við nakkanum, og hann hevur ikki fingið heilaskjálvta.
Hvirlan, sum tók hann og bilin í seinastu viku, var nógv ógvusligari enn tær í hinum báðum hendingunum, sigur Erling Eysturoy.
- Jú, eg verði skelkaður hvørja ferð, tað hendir, men eg tori væl aftur í bil, sigur hann.
***
Missa milliardir
Tølini fyri, hvat føroyska samfelagið missur av fráflytingini av ungfólki, tykjast skakandi. Ein meting vísur, at hvør árgangur av lesandi føroyingum, sum flyta av landinum, men ikki koma heimaftur, hava kostað almennu Føroyum 80 milliónir krónur í íløgum, sum samfelagið ikki fær aftur. Samanborið við líknandi útrokningar í øðrum londum, missa Føroyar bruttutjóðarúrtøku (BTÚ) fyri millum 450 og 900 milliónir krónur av teimum fólkunum í hvørjum árgangi, sum ikki kom heimaftur við síni útbúgving.
Samfelagsgranskarin Gestur Hovgaard hevur mett um, hvør búskaparligi missurin er hjá samfelagnum, nú Føroyar missa umleið 150 fólk í hvørjum árgangi til útlandið.
Lurtað varð eftir Leilu
Leygardagin 10. mars andaðist stríðskvinnan Leila Solmunde, forkvinna í MBF, 50 ára gomul.
Anna Sofía Durhuus, dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MBF arbeiddi tætt saman við Leilu Solmunde.
- Hon var eitt framúr gott menniskja at arbeiða saman við, altíð við tí góða orðinum og við sínum positiva lyndi, sigur Anna Sofía Durhuus.
Eitt av hennara grundsjónarmiðum hjá Leilu var, at tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast brek. Eitt annað var, at fólk við breki skulu hava somu rættindi sum onnur, men ikki framíhjárættindi.
Broyttu fráveruna
Ein lærari á Føroya studentaskúla og HF-skeiði varnaðist, at onkur hevði avlúrt log-inn upplýsingar hansa og misbrúkt hesar upplýsingar til at gera broytingar í fráveruskipanini. Við øðrum orðum høvdu næmingarnir minkað um talið av døgum, teir høvdu verið burtur frá skúlanum.
Umvegis trygdarloggin fann skúlin fram til, hvørjir næmingarnir vóru, sum høvdu framt innbrotið.
- Tað er rætt, at tríggir næmingar í gjár vóru inni hjá mær til samrøðu. Avgjørt var, at tey sluppu við eini strangari ávaring, men afturfyri skulu tey eisini leggja øll kortini á borið, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Sveinur í finaluni
Sveinur Gaard Olsen úr vann seg allan vegin í finaluna í donsku X-Factor kappingini. Har kappaðist Sveinur við tvær ungar kvinnur, og tær endaðu báðar frammanfyri Svein í finaluni. Ida gjørdist vinnari av kappingini. Sveinur var væl nøgdur við, at hann megnaði at koma í finaluna í kappingini, har hundraðtals fólk bjóða seg fram.
***
- Andstøðuleiðararnir báðir minna mest um sunnudagsskúladreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti. Tað er í lagi at hava høviskan málburð, men álvaratos tað skal valdast!
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum, í Tíðargrein
- Hugsið tykkum, um vit kundu sløkt øll sjónvørp í Føroyum. Eg haldi, at tað hevði verið heilt fantastiskt og persónliga vil eg fegin trýsta á tann knøttin.
Danski X Factor dómarin Thomas Blachman