Mars 2013: Politikarar ferðast fyri 1,2 milliónir

Brot og bitar úr Sosialinum í 2013

Landsins størstu kommunur liggja hesa vikuna í stjórnarloysi. Burtursæð frá eini fimm avboðum, so eru allir kommunalpolitikarar í limakommununum hjá Kommunusamskipan Føroya, KSF, farnir til Íslands á skeið. Undantikin er Vága Kommuna, sum er somikið nýggj í selskapinum, at tey ikki eru við hesaferð.

- Vit eru 84 fólk í ferðalagnum. Kommunalpolitikarar og kommunusstjórarnir í limakommununum, sigur Eyðun Christiansen, aðalskrivari í KSF.

Kommunusamskipanin samskipar túrin, sum kommunurnar tó í hvør sínum lagi bera sín part av kostnaðinum av.

Endamálið við túrinum er, sambært KSF, at brynja og styrkja kommunustýrislimir í teirra arbeiði og leikluti sum kommunupolitikarar. Nývaldir og afturvaldir kommunustýrislimir skulu hesa vikuna fáa innlit í grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikaranum, eins og løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting.

Hóast farið verður til Íslands at halda skeið, so verða tað innanhýsis skeiðshaldarar, ið skulu lata politikararnar í til uppgávuna at stýra landsins kommunum næstu fýra árini.

- Jú, tað verða fólk frá okkum, sum halda skeiðið, sigur Eyðun Christiansen og peikar á Bárð Larsen, løgfrøðing hjá KSF, kommunustjórarnar og seg sjálvan.

 

Rokningin

Sambært aðalskrivaranum í Kommunusamskipanini liggur kostnaðurin um 7.000 krónur fyri hvønn. Tá er flogferð, uppihald og matur íroknað. 7.000 krónur kuvertin fyri 84 fólk gevur 588.000 krónur í beinleiðis útreiðslu til teir átta kommunukassarnar hjá limakommununum í KSF. Men afturat hesum kemur so, at flestu kommunustýrislimir eru burtur úr sínum starvi hesar skeiðsdagar.

Aðalskrivarin í KSF hevur ikki nakra fasta mannagongd at vísa á í hesum sambandi. Men taka vit sum dømi, at hvør politikari fær 1500 krónur um dagin í endurgjaldi og útistøðupeningi fyri mista arbeiðstíð, so gevur tað 630.000 krónur afturat. Tilsamans gevur hetta 1.218.000 krónur.

Fyri kommunustjórarnar og flestu borgarstjórar í Kommunusamskipanini er galdandi, at tey frammanundan eru í fullum starvi hjá sínari kommunu. Men her tekur tó hinvegin, at tey tí brúka alla sína arbeiðstíð uppá íslandstúrin.

Sambært Kommunusamskipanini hevur tað týdning, at bæði nýggir og eisini afturvaldir kommunalpolitikarar eru við. Hetta er fjórðu ferð, at Kommunusamskipanin skipar fyri slíkum túri, stutt eftir at nývalt býráð hevur tikið við. Tí er tað somuleiðis fjórðu ferð, at onkur kommunalpolitikari er við fyri at læra seg at vera kommunalpolitikari.

- Vit halda tað hava týdning at øll eru við. Bæði fyri at samansjóva politikararnar og fyri at tey nýggju kunnu læra frá teimum gomlu og øvugt, sigur Eyðun Christiansen.


***

 


Finnist at Magna Arge
- Tað er ómetaliga óheppið, at stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum, at óreglusemið í flúgvingini er ein stór orsøk til, at úrslitið hjá Atlantsflogi ikki er frægari í fjør, enn tað er.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum í eini viðmerking, sum illa kann uppfatast øðrvísi enn ein atfinning ímóti Magna Arge, stjóra í Atlantsflogi.

Á aðalfundinum hjá Atlantsflogi í fríggjadagin vísti Johan Dahl á, at nógv orka verður løgd í lokka útlendsk ferðafólk til Føroya.  Tí fýltist hann á, stjórin í Atlantsflog upplýsir fyri útlendskum fjølmiðlum, at óreglusemi hevur verið ein orsøk til, at fíggjarliga úrslitið hjá felagnum ikki er betri.

***

Heim til børnini
Tað er ikki altíð er so lætt at vera mamma og sita í løgtinginum til drúgv orðaskifti. Tvær løgtingskvinnur máttu fara av løgtingsfundi av privatum orsøkum í vikuni. Onnur teirra var Rigmor Dam, sum skuldi heim til barnaføðingardag. Hin var Bjørt Samuelsen, sum eisini noyddist av fundi av privatum orsøkum. Tær “clearaðu” við onnur løgtingsfólk, so privatu uppgávurnar ikki fingu ávirkan á atkvøðugreiðslur.

***

Vandi við at raka skaphár
Tey seinnu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at fólk raka skaphárini burtur, men tað er ikki heilt vandaleyst.
Í einum vísindatíðarriti skriva franskir húðgranskarar, at vandin fyri húðvirus veksur, tá fólk koyra skaphárini av kroppinum. Teir siga, at tey seinastu tíggju árini hava læknar staðfest nógvar tilburðir av poxvirusinum Molluscum contagiosum ella MCV, sum gevur pirrur ella bløðrur. Virusið smittar við, at fólk nema við hvørt annað og við kynsliga samveru.


***


Norrøna fekk fleiri at sigla
Tað vóru tey, sum hildu tað vera ørskap at seta Norrønu í siglingina um Suðuroyarfjørð, meðan Smyril var í dokk seinastu vikurnar. Men greitt er, at sjáldan hava so nógv ferðast um fjørðin. Bæði familjur, skúlaflokkar, eldrasambýli og onnur hava gjørt útferð til Suðuroyar.

Summi eru farin suður ein dag, koyrt runt í oynni, gist umborð og eru so farin norður aftur dagin eftir. Onnur gjørdu dagstúr.

Serliga um vikuskiftið ferðaðust nógv milllum Vág og Havnina við Norrønu.