Linda Andrews gjørdist vinnari av stóru X-Factor kappingini hjá DR. Føroyska songkvinnan imponeraði ferð eftir ferð við tryggum og sannførandi framførslum. Serliga hennara sterka rødd førdi hana fram í kappingini, men eisini framførslurnar hjá Lindu blivu betur og betur.
Eini dómarin í X-Factor, Thomas Blachman, fór fleiri ferðir illa við Lindu og gjørdi persónligar viðmerkingar til hana fyri opnum skíggja og í fjølmiðlunum. Um ein skuldi tikið vísdómsorðini hjá Blachman fyri fult – bæði finalukvøldi og ikki minst til undanumførini – so hevði Linda als ikki verið vinnarin av X-Factor 2009.
Men Linda er fegin um, at tann hárleysi dómarin gav henni eitt spark í afturpartin. Tað sama sigur dómarin hjá Lindu, Lina Rafn.
- Eg haldi, at tað, at Blachman var so harður við Lindu var tað besta sum kundi henda fyri okkum. So fekk Linda okkurt annað fram úr sær, enn bert sína fantastisku rødd. Fram kom skemt, sjarma og drívmegi, segði Lina Rafn eftir finusigurin.
- Kritikkurin frá Blachman gjørdi, at eg fekk eyka drívmegi. Hann fekk meg til at verða enn betri, segði Linda.
Tað var rætti vinnarin
Blachman mátti viðganga eftir finaluna, at Linda hevði uppiborið sigurin. Men eins og vit kenna Blachman, so var tað ikki bert sagt í einum jaligum tóna.
- Sendingin er fullkomiliga “mainstream”, og tá skal tað eisini verða ein slíkur sangari sum vinnur. Hon var í øllum førum tann rætti vinnarin av teimum sum vóru eftir til finaluna, segði Blachman, ið sipaði til Alien Beat Club.
Spurd um, hvørt hon gjørdist kedd av orðunum hjá Blachman í finaluni, sigur Linda soleiðis.
- Eg haldi, at tá ið ein sigur neilig ting um onnur, so kemur tað altíð aftur til ein sjálvan. Men sjálvandi bleiv eg eitt sindur kedd av hansara hugburði um mínar trupulleikar. Eg havi greitt frá mínari støðu, og teimum óhepnu hendingunum í mínum lívi, tí eg helt, at tað kanska kundi hjálpa onkrum. Tað var ikki fyri at fáa samkenslu, sigur Linda Andrews.
Felagið hjá Toda á heysin
FC Amager skuldi verða ein spennandi og stórsligin fótbóltsætlan í danska høvuðsstaðnum, men tað endaði soleiðis, sum eingin ynskti, at tað skuldi enda. Síðst í mars noyddist høvuðsmaðurin fyri ætlanina, Todi Jónsson, at boða frá, at fíggjarligu trupulleikarnir hjá felagnum vóru so stórur, at felagið stóð ikki til at bjarga, og tí mátti fara konkurs.
Flýddi frá skotum
Ein maður skeyt eftir 43 ára gamla Hansi Olsen av Saltnesi. Sjálvur hevur Hans Olsen millum annað sitið í Horsens Tugthus í hálvtannað ár fyri grovan harðskap.
– Eg havi gjørt nógv býtt, men eg havi sitið mína tíð, og hetta er aftanfyri meg. At maðurin skuldi koma við byrsu, tað skilji eg ikki, sigur Hans Olsen, ið bert hevði fýra millimetrar av stáli og eitt sindur av luft millum seg sjálvan og byrsuskotini.
Ein metur frá vanlukkuni
Omanlop rakti ein bil á Viðareiðisvegnum, og bilurin fór rættiliga illa. Í bilinum var – umframt føraran – eisini tríára gamla dóttir hansara, sum sat á setrinum við síðuna av pápanum. Var bilurin komin ein metur longur fram á vegnum, hevði steinurin rakt beint inn í bilhurðina, og so hevði lítla gentan neyvan verið á lívi, sambært politirapportini.
Sníkti seg 30 ferðir inn í somu hús
Tað var ein øgiliga foyur og skammfullur ungur drongur, sum troppaði upp í Føroya Rætti nú ein dagin at standa til svars fyri sínar gerðir. Drongurin var ákærdur fyri tjóvarí og fyri at hava brotið húsfriðin hjá eini ávísari familju. Hann var ákærdur fyri at hava roynt at sleppa sær inn í hesi somu hús minst 30 ferðir á náttartíð. Einasta forkláring, hann kundi koma í tankar um, var, at hann hevði kedd seg so óluksáliga illa. Drongurin fekk 30 dagar treytaða fongulsrevsing.
Skal eg siga mína meining – og kanska gera nógv fólk bilsin – so havi eg altíð elskað tónleikin hjá Frændum. Eg undirstriki, at mær dámdi tónleikin.
Óli Breckmann,
løgtingsmaður
Kanska mann bara skuldi farið á universitetið í Hovi at lært til pedagog, tí fiskur loysir seg í hvussu so er ikki, og pedagogar eru so nógv uppi í tíðini
Anders Viberg,
Sjómaður í 50 ár










