Marruúrslit fyri Statoil

Undirskotið hjá norska oljurisanum higartil í ár er 22,3 milliardir krónur.

Sum vanligt hesa tíðina á árinum leggja fleiri stórar fyritøkur roknskapir sínar fram fyri 3. ársfjórðing. Sjálvandi er misjavnt hvussu gongur, men fáar fyritøkur munnu hava eitt so keðiligt úrslit at vísa á sum norski oljurisin Statoil.

 

Úrslitið triðja ársfjórðing er 13,2 milliardir krónur. Tað er nærum helvtina av úrslitinum somu tíð í fjør, sum var 24,5 milliardir krónur. Talið er eisini lægri enn greinarar væntaðu. 

 

Óvirðisjavnaða úrslitið er eitt undirskot á 2,2 milliardir krónur, sum merkir, at undirskotið higartil í ár hevur verið á heilar 22,3 milliardir krónur.

 

Serliga er tað virksemið hjá Statoil uttan fyri Noreg, sum hevur ringar dagar, serliga í norðuramerika. Altjóða virksemi hevði eitt undirskot á 3,3 milliardir krónur, sum er næstan tvær ferðir verri enn væntað. Um somu tíð í fjør hevði altjóða virksemi eitt yvirskot á 2,8 milliardir krónur.

 

Vánaliga úrslitið ger, at Statoil enn einaferð lækkar íløgujáttanina. Hesaferð við 6,8 milliardum krónum. Hetta merkir millum annað, at útbyggingarnar av Marinerøkinum á bretska soklinum og Aasta Hansteen í norskum øki, vera útsettar. Framleiðslan á hesum økjum byrjar tí í fyrsta lagi í 2018.