Marruna av teldlinum

Hon fekk illsinnisherðindi um náttina og skríggjaði og slóg.

-Hon fekk illsinnisherðindi um náttina og skríggjaði og slóg. Vit fingu ikki nærkast henni, tí hon bleiv so ill í svøvni, sigur Theresa Enghamar um seks ára gomlu dóttur sína, sum var ógvusliga ávirka av ovurnýtslu av teldli. 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum, sum verður á gøtunum fríggjamorgunum, viðgera vit millum annað evnið 'Børn og teldlar'. Í blaðnum kanst tú lesa um Theresu og Berg Enghamar, sum ikki longur loyva døtrum teirra, at hyggja í teldlar, tí tey vita hvussu negativt tað ávirkar børnini.

 

Umframt søguna hjá Theresu og Bergi Enghamar tosa vit eisni við sálarfrøðing og við Fólkaheilsuráðið um evnið. 

 

Myndin til greinina er tilvildarlig