Marran mundi blivið til veruleika fyri Liverpool

(Capital One Cup) Tað var við bit og slit, at Liverpool  megnaði at knúgva Notts County úr League One. Liverpool fekk ikki færri enn tríggjar spælarar skaddar í dystinum, sum endaði við at fra í longda leiktíð.

 

Liverpool er víðari í Capital One Cup, eftir at teir í kvøld vunnu 4-2 á Noots County. Men tað var ikki fyrr enn eftir longda leiktíð, at stórfavorittarnir megnaðu at køva mótstøðuni úr 3. deild í Onglandi.

 

Tað sá annars út sum ein lættur plikt sigur, tá first Raheem Sterling og síðani Daniel Sturrige løgdu Liverpool á odda 2-0. Notts County svaraði aftur aftaná ein tíma, tá Yoann Arquin stútaði bóltin í kassan. Fimm minuttir fyri tíð kom rættuligt lív í viðhaldsfólkini hjá gestunum, tá innskifti Adam Phillip javnaði.

 

Liverpool mátti spæla við 10 monnum í longdu leiktíðini, tí Kolo Toure bleiv skaddur og Brendan Rodgers hevði brúkt allar útskiftingarnar. Orkan gekk tó undan hjá undirtippaðu Notts County. Fyrst legði Daniel Sturridge Liverpool á odda 3-2 og stutt seinni øtki innskifti Jordan Henderson til endaliga úrslitið 4-2.

 

Umframt Kolo Toure, so fóru bæði Joe Allen og Aly Cissokho, sum Liverpool hevur leigað úr Valencia, út við skaða. Tað kemur illa við, nú Manchester United stendur á skránni komandi vikuskiftið.

 

Capital One Cup – 2. runda

 

Barnsley 1 – 5 Southampton

Bristol City 2 – 1 Crystal Palace

Burnley 2 – 0 Preston

Burton 2 – 2 Fulham (Brotssparkskapping)

Carlisle 2 – 5 Leicester

Derby 5 – 0 Brentford

Doncaster 1 – 3 Leeds

Huddersfield 3 – 2 Charlton

Leyton Orient 0 – 1 Hull

Liverpool 4 – 2 Notts County

Norwich 6 – 3 Bury

Peterborough 6 – 0 Reading

QPR 0 – 2 Swindon

Sunderland 4 – 2 MK Dons

Tranmere 1 – 1 Bolton (Brotssparkskapping)

West Ham 2 – 1 Cheltenham

Yeovil 3 – 3 Birmingham (Brotssparkskapping)

WBA 3 – 0 Newport