Tað var ikki tann byrjanin, sum KÍ kvinnurnar høvdu vónað, tá ið tær í gjár spældu fyrsta dystin í hesum umfarinum í europeisku kappingini. Fyri tveimum árum síðani vunnu tær 11-1 ímóti albanska KF Vllaznia, men í gjár taptu tær 2-1.
Í trettan ár á rað hava KÍ kvinnurnar spælt tríggjar dystir hvørt árið í europeisku kappingini. Í øllum 39 dystunum hevur Malena Josephsen verið ein av KÍ stuðlunum. Í gjár var hon við fyri 40. ferð, men hetta varð avgjørt ikki so, sum Malena hevði vónað, at tað skuldi gera.
Stórt vónbrot var tað, at KÍ tapti, og fyri KÍ liðformannin Malenu Josephsen var tað eykað svárt, at hon í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, varð rikin av vølli. Tað var hon, tá ið hon sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.
-Nei, hetta var als ikki gott. Vit eru vónbrotnar. Í morgin, tá ið vit skulu spæla ímóti Gintra úr Litava, verði eg leikbannað. Eg vóni, at okkara lið fer at reisa seg eftir vónbrotið leygardagin, sigur Malena Josephsen úr Litava.