Marran er av: Viking Sky hevur lagt at

Ferðafólkini eru komin trygt í land í Noregi

Klokkan 15:30 í dag legði umstrídda ferðamannaskipið, Viking Sky, trygt at í norska býnum Molde. Aftaná eitt buldrasligt døgn í havsneyð í høgum aldum eru øll fólkini nú komin trygt í land og marran er av. 

 

Tað var um tveytíðina í gjár, at Viking Sky kom í neyð nakað uttan fyri Møre og Romsdal í Noregi. Tað var stormur og upp í ódn í hvirlunum, meðan skipið knappliga fekk trupulleikar við motorinum.

 

Skipið lá fyri vág og vind í aldum, sum vóru upp í 10 metrar hædd. Tað eydnaðist manningini at seta akker í, og hetta var um reppið, tí tað var bert 100 metrar frá at taka í botn.

 

Tyrlur og bjargingarbátar vóru send á staðið í ódnaveðrinum. 1.373 fólk vóru umborð, og 479 av hesum vórðu bjargað av tyrlum.

 

Tað eydnaðist at seta tríggjar av teimum fýra motorunum í gongd á Viking Sky, og tíðiliga í morgun eydnaðist tað eisini slipibátunum báðum Vivax og Ocean Response at krøkja seg fastar í Viking Sky. Ferðamannaskipið bleiv sleipað trygt í land í Molde.

 

25 av persónunum umborð hava verið undir viðgerð á sjúkrahúsunum nærindis. Ein av hesum hevur fingið álvarsligt mein. 

 

Viking Sky var ikki tað einasta skipið, ið kom í havsneyð í sambandi við hesa hendingina. Farmaskipið Hagland Captain var í nánd og gjørdi tí eina roynd at hjálpa Viking Sky. Men lagnan vildi, at Hagland Captain eisini skuldi koma í neyð. Farmaskipið lá halt í sjónum, og tyrlur komu manningini til hjálpar. 

  

Viking Sky kemur eftir ætlan fýra ferðir til Føroya í ár. Les meira um tað HER.