Enska blaðið, Daily Mail skrivar, at belgisiki Manchester United áleyparin, Marouane Fellaini fer í rættin við skógvaframleiðaranum, New Balance.
Marouane Fellaini skrivaði í 2012 undir ein sponsorsáttmála við New Balance, men hann hevur nú brotið samstarvið við New Balance. Marouane Fellaini tvíheldur, at fótbóltsskógvarnir hjá New Balance hava elvt til, at hann hevur fingið óneyðugar fótskaðar.
Marouane Fellaini greiðir eisini frá, at útgerðarmaðurin hjá Manchester United hevur havt nógv stríð av at tilpassa fótbóltsskógvarnar Marouane Fellaini hevur fingið til nýtslu frá New Balance.
Tað er ikki ein smávegis upphædd Marouane Fellaini stevnir New Balance eftir. Marouane Fellaini krevur at fáa 2,1 miljónir bretsk pund, umleið 17,6 miljónir krónur í okkara peningi í skaðaviðbót frá New Balance.
Marouane Fellaini sigur, at hann óteljandi ferðir hevur sagt New Balance frá, at teirra fótbóltsskógvar eru ov vánaligir. Marouane Fellaini sigur eisini, at vánaligu fótbóltsskógvarnir hava ávirkað avrikini á vøllinum.
New Balance vísur aftur tí sum Marouane Fellaini førir fram. Í New Balance siga tey, at Marouane Fellaini hevur sagt við tey, at fótbóltsskógvarnir "eru perfektir", og á einum sinni bílegði Marouane Fellaini heili 12 pør frá New Balance.
Undanfarnu árini fekk Marouane Fellaini eina upphædd, sum svarar til umleið fimm miljónir krónur í okkara peningi fyri sponsorsáttmálan við New Balance.