Eftir ætlan skuldi Afrika Nations Cup vera leikt í Marokko í endanum av januar, og í byrjanini av februar. Men nú boðar fótbóltssambandið hjá Marokko frá, at landið hevur trekt seg sum vertur fyri kappingini.
Orsøkin til at Marokko hevur trekt seg, er tí at landið óttast ebola sjúkuni, ið er staðfest í fleiri afrikanskum londum.
Afrikanska fótbóltssambandið CAF boðar frá, at fleiri onnur afrikansk lond hava lagt boð inn, fyri at gerast vertur fyri kappingini. Teir kunnu tó ikki staðfesta enn, hvat land, ið gerst vertur.
Harafturat boðar CAF frá, at Marokko ikki sleppur at luttaka til Afrika Nations Cup í 2015.










