Ein stórfingin roynd at bjarga einum fimm ára gomlum dreingi djúpt niðri í einum brunni í Marokko er nú næstan komin á mál.
Drongurin, sum eitur Rayan, hevur verið fastur 32 metrar niðri í brunninum, sum hann datt niður í týsdagin. Tey hava sent honum ilt og vatn niður til hansara, men sjálv bjargingarroyndin hevur verið sera trupul.
Holið í brunninum er ov trongt til at fáa hann uppaftur, og bjargingarfólk hava mett, at tað er ov váðið at royna at víðka holið.
Tí hava tey seinastu dagarnar grivið í lendið við síðuna av brunninum. Haðani ætla tey at bora eitt hol vatnrætt inn til dreingin.
Í dag eru bjargingarfólkini fáar metrar frá dreinginum.
– Vit eru næstan har, sigur Abdesalam Makoudi, sum er ein av átaksleiðarunum.
##med2##
Hann legur afturat, at møðin er um at merkja bjargingarliðið, sum koritni heldur á fullari ferð. Ein annar átaksleiðari, Abdelhadi Tamrani, sigur, at tey hava stórar vónir um at fáa bjargað dreinginum á lívi.
Bjargingarroyndin hevur givið ans í Marokko. Fleiri túsund fólk eru komin til økið nærindis brunninum fyri at fylgja gongdini.
Mamma dreingin hevur sagt, at sonur hevði spælt nærindis brunni, tá hann brádliga hvarv týsdagin seinnapartin.
##med3##
– Øll familja var og leitaði eftir honum, og tá funnu tey útav, at drongurin var dottin í brunnin, sigur mamman sambært marokkanskum miðlum.
Pápin hevur samstundis takka fyri stóra arbeiðið, sum verður gjørt fyri at bjarga dreinginum.
– Eg havi framvegis vónina um, at barn mítt kemur uppaftur á lívi.
##med4##
– Eg vil fegin takka øllum, sum hava stuðlað okkum í Marokko og øllum øðrum, segði pápin við sjónvarpsstøðina 2M í gjárkvøldið.
Hendingin í Marokko minnir um eina hending í Spania í januar í 2019.
Tá datt ein tvey ára gamal drongur í ein 100 metra djúpan brunn. Tað eydnaðist at bjarga dreinginum, sum varð funnin lívleysur eftir bjargingarroynd í 13 dagar.
/ritzau/AFP
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















