"She's beautiful" er heitið á sanginum, sum Marni Kruse legði á YouTube í gjár. Hetta er fyrsti sangurin, ið Marni hevur verið í upptøkunumhølunum við, sum almenningurin nú sleppur at hoyra.
Marni Kruse er av Oyrarbakka og er 21 ára gamal. Hann hevur seinastu árini spælt á nógvum kaffistovum og barrum kring landið, millum annað saman við Ester Kristiansen frá Norðskála. Eisini hevur hann verið at hoyrt í Góðan morgun Føroyar í Útvarpinum, har hann hevur spælt beinleiðis.
Marni gongur í løtuni á tónleikaháskúla í Danmark. Har hevur hann savnað sær ein bólk, har tey spæla gittar, bass, trompet og trummir. Sjálvur spælir Marni gittar og munnharpu, umframt at hann eisini syngur. Marni hevur nógv tilfar liggjandi, og bólkurin arbeiðir í løtuni við eini EP, men enn er ikki greitt, nær henda kemur út.
Tað er Tjalfe Skov Pedersen, sum hevur miksað og mastrað "She's beautiful".
Hoyr lagið við at trýsta her










