EB/STREYMUR
Tað gekk leingi væl hjá EB/Streymi í fjør. Tað var um reppið, at teir vunnu fyrstu heiðursmerkini, men fram móti kappingarenda taptu teir lykladystir.
Nú leggur EB/Streymur á aftur, og í Sundalagnum verður vónað, at tað hesa ferð skal eydnast. Spælararnir hava fingið eitt sindur fleiri royndir, og eisini í landsliðshøpi verður roknað við spælarunum hjá EB/Streymi. Tað sást aftur í, at bæði Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen í vikuskiftinum taldust millum teir 27, sum vandu við landsliðnum.
Ein av ungu monnunum, sum frá tí hann var blaðungur, hevur verið eyðsýndur í EB/Streymi, er Marni Djurhuus. Síðani hann var 16 ára gamalur, hevur hann verið fastur maður á liðnum.
Í fjør spældi Marni ikki heilt so nógv, sum hann annars hevur gjørt. Orsøkin var skaði, sum støðugt plágaði og argaði. Sambært heimasíðuni hjá EB/Streymi var talan um gamalt beinbrot, sum var vaksið skeivt saman aftur, og sum tískil hevur órógvað og elvt til pínu.
Stutt fyri jól var Marni Djurhuus í Danmark, har hann varð lagdur undir skurð. Í vikuni, sum fór, vórðu penturnar tiknar úr. Marni hevur fingið boð um, at hann skal bíða við at fara undir aftur venjingarnar inntil í mars. Tá verður kappingarárið heilt stutt burtur.
At Marni ikki fer at venja fyrrenn í mars kann fara at hava við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla við í fyrstu umførunum í landskappingini. At kollfirðingurin nú hevur verið undir knívinum fer ivaleyst eisini at hava við sær, at hann - tá ið hann fer at verða komin fyri seg aftur - verður førur fyri at luttaka meiri sannførandi í venjingunum og dystunum, enn hann var tað í fjør.