68 rennarar tóku lut í renningini, sum var fyrsta rennikappingin á árinum.
Marner Djurhuus og Henry Olsen fylgdust fyrsta teinin, men tá Marner setti ferðina upp, hevði Henry ikki møguleika at fylgja við. Henry helt tó fast um annaðplássið, hóast Cecil Weihe var nær við at taka hann móti endanum.
Hjá kvinnunum var Rigmor N. Arge í serflokki. Rigmor rann teinin upp á 1 tíma, 33 minuttir og seks sekund, og tað var nærum 12 minuttir skjótari enn Astrid Joensen, sum gjørdist nummar tvey.
Tíðirnar hjá einstøku rennarunum síggjast á heimasíðuni, fif.fo.










