Marner Mortensen 50 ár

Mánadagin 16. desember verð­ur Marner Mortensen stjóri í Norðoya Sparikassa fimmti. Marner er ættaður úr Sørvági, men tað eru meiri enn tredivu ár síðani, at hann fór úr føðibygdini og eftir árini í Hoydølum flutti norður­eftir.
Mamman, Mary, er av Lang­gaard fólkunum í Leir­vík, og pápin er Hans Morten­sen úr Sørvági. Tey eiga fimm børn: Herluf (1956) í Havn, Robert (1958) í Havn, Marner (1963), Petur Arni (1966) í Havn og Jonna (1968) í Hellebæk í Danmark. Marner er giftur Gudny fødd Olsen og ættað úr Árnafirði. Tey eiga trý børn: John (1984)og Mary (1991), sum bæði eru í Keypmannahavn, og Rúni (1997).
Áðrenn Marner fór í Hoy­dalar, arbeiddi hann eitt skifti á skrivstovuni hjá Bur­meister&Wain, sum setti nýggjan motor upp á Sundi. Beinanvegin eftir at HF húgvan var komin á høvdið, fór Marner at arbeiða hjá Com Data, har hann var í tíggju ár. Á nýggjárinum í 1996 varð hann settur í starv í Norðoya Sparikassa, har hann arbeiddi í fyrisitingini og var teldumaður. Tá var Jó­annes Poulsen stjóri í Spari­kassanum. Marner fór skjótt eftir, at hann var komin í Spari­kassan, undir HD lestur í roknskapi og fíggjarstýring á lærda háskúlanum í Aar­hus, har hann leyk prógv í 2001. Tá ið Eyðfinn Reyðberg var stjóri, var Marner vara­stjóri samstundis, sum hann hevði ábyrgdina fyri rokn­skapinum, og síðani á græk­aris­messu í 2010 hevur hann verið stjóri í Norðoya Spari­kassa.
Tá ið hann varð settur í stjórastarvið, vóru tað iva­leyst mong, sum ikki komust við stillføra mannin, sum ikki hevði verið nógv alment frammi. Dámligi sørvingurin í Klaksvík er nágreiniligur og miðvísur og ógvuliga ar­beiðs­samur.
Tað leypir ikki so nógv tíð av, men áhugamálini eru nógv og víðfevnd. Hann er tónleikaáhugaður og spælir uppá, hann hugnar sær saman við øðrum klaksvíkingum í innandurafótbólti, og honum dámar at koyra motorsúkklu. Marner er náttúrumenniskja. Honum dámar væl at kava, hann gongur á fjall í Árna­firði, og honum líkar væl at ganga í fjøllunum.
Abbabørnini fylla rímu­liga nógv. Eldri sonurin, John, er giftur Erlu Hansen av Kambs­dali, og tey eiga tvær gentur: Súsanna (2010) og Olivia (2013).
Føðingardagurin verður hildin leygardagin 21. de­semb­er, tá ið øll eru væl kom­in í Skálan at heilsa upp á Marner.
----
J
J