26. oktober í 2018 var Marner Jacobsen, sum fyrrverandi nevndarformaður í Eik Banka í Danmark, dømdur at gjalda 7,15 milliónir krónur í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet, sum var hansara partur av teimum 28,6 milliónunum, sum hann saman við trimum øðrum oddamonum í bankanum varð dømdur at gjalda.
Men hesa rokning hevur Hægstirættur strikað í morgin – tá allir fýra menninir vórðu fríkendir.
Les eisini: Eik-leiðslan fríkend í Hægstarætti
Teir fýra fríkendu menninir eru umframt Marner Jacobsen eisini Henrik Ørsted, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg, sum sambært dóminum í landsrættinum skuldu gjalda hvør sín fjórðing av teimum 28,6 milliónunum. Tað merkti, at teir persónliga skuldi gjalda góðar 7.150.000 krónur í part.