Um eina viku er tónleikatiltakið Við Brúnna, og nú er enn eitt tónleikanavn lagt afturat skránni.
Talan er um havnarmannin Marner av Lofti, sum seinastu árini serliga er kendur fyrisangin "Her er løtan", ið hann syngur saman við hinum trimum limunum í bólkinum Fýra.
Marner av Lofti hevur spælt á tangentar frá barnsbeini og byrjaði longu sum helt ungur at spæla tónleik saman við øðrum í kristnum høpi. Seinast í 80unum spældi hann millum annað við væl umtókta gospelbólkinum "Ichtus" og var við á einastu fløguni hjá bólkinum, sum kom út í 1989.
Í 1992 flutti Marner av Lofti til Danmarkar at lesa og kom so líðandi inn í tónleika- umhvørvið í Ålborg. Seinastu 15 árini hevur Marner av Lofti verið sera nógv nýttur sum keyboardspælari og sangari hjá ymiskum bólkum í Aalborg, men hann hevur í eitt longri tíðarskeið eisini verið fastur limur í bólkum, sum hava spælt runt um í Danmark.
Marner av Lofti hevur øll árini, hann hevur búð í Danmark, havt tætt tónleikasamstarv við fleiri føroyskar tónleikarar og sangskrivarar. Hetta tætta samstarv førdi í 2007 til, at Marner av Lofti saman við trimum øðrum gav út fløguna "Her er løtan".
Í sambandi við tiltakið Við Brúnna hevur Marner játtað, at hann millum annað fer at spæla fleiri løg av sera vælumtóktu fløguni hjá bólkinum 4.
Við Brúnna er nýtt tónleikatiltak, sum fer fram næsta vikuskiftið á Oyrabakka. Umframt Marner av Lofti fara eisini Hanus G, Guðrið Hansdóttir, Páll Finnur Páll, Jens Marni og fleiri onnur at framføra.