Marnar tvífaldur danmarksmeistari

Renning: Um vikuskiftið gjørdi Marnar Djurhuus av Morskranesi bart og vann DM í innandura-renning. Eisini Rebekka Fuglø luttók við góðum úrsliti.

Marnar rann 3000m-teinin í bólkinum fyri 16 og 17 ára gamlar dreingir og úrslitið má sigast at vera framúr. Marnar Djurhuus endaði nevniliga ovast á sigursskamlinum, tí hann vann kappingina við tíðini 9.00.47 minuttir. Nummar tvey rann í tíðini 9.02.06 minuttir.
Eisini Rebekka Fuglø var við í kappingini og hon rann somuleiðis 3000 metrar. Tað endaði við, at hon varð nummar tvey við tíðini 10.36.42 minuttir, har nummar eitt hevði tíðina 10.32.52 minuttir og tað verður mett at verða eitt serstakliga gott úrslit.
Í fjør var Rebekka annars danskur meistari í 800 metrum, men hesaferð gav hon avboð til kappingina á 800 metrum. Hon hevur síðani ársskiftið drigist við skaða og hevur ikki vant við fullari megi.

Enn eitt gull
Dagin eftir, sunnudagin, endurtók hann bragdið, tá ið hann eisini vann gull á 1500 metra teininum. Hann brúkti 4.17.21 minuttir um at renna teinin. Tað er ikki hansara besta tíð, men hann rann taktiskt og var fremstur allan vegin og rann við vilja ikki so skjótt fyri at spara til ein ordiligan spurt, metir venjari hansara, Guttorm Sørensen.
Rebekka Fuglø hevur eisini runnið 1500 metrar og har fekk hon bronsu. Hon rann við tíðini 4.43.28 sekund, sum eisini er persóligt met. Hennara skjótasta tíð til nú var 4.44.15 Hon var tó bara 0.31 sekund frá einum gullmerki, so tað var ómetaliga tætt og spennandi.