Hóskvøldið skuldi ein av Føroya fremstu rennarum, Marnar Djurhuus av Morkranesi, luttaka í NM í 10.000 metrar renning. Kappingin fór fram í Oslo.
Renningin gekk tó ikki sum ætlað hjá Marnari Djurhuus, tí hann fekk trupulleikar við rygginum. Hetta skrivar heimasíðan athletics.fo.
Skuldi Marnar Djurhuus røkka málinum, sum var 31.30 og í øðrum lagi 31.55, sum er føroyska metið, skuldi hann hava eina góða ferð, og tað hevði nugi rennarin eisini.
Tá Marnar Djurhuus hevði runnið umleið helvtina av teininum, fekk hann brádliga pínu í ryggin, sum gjørdi, at hann kendi seg noyddan at taka seg úr kappingini.
Marnar Djurhuus hevur áður havt trupulleikar við rygginum, men hildið var, at alt var í lagi til NM í Oslo.
Umframt Marna Djurhuus skuldi Valborg Heinesen eisini luttaka í NM, men vegna sjúku kundi hon ikki luttaka.