Oyggjaleikir: Tað gjørdist tungt hjá Marnari Djurhuus at fylgja við teimum fremstu í 10.000 metra renningini hjá monnum, men allíkavæl kýtti hann seg og gav alt, so tað eydnaðist at fáa bronsu.
So sperdur var Marnar eftir renningina, at hann mátti leggja seg niður og fáa vætu, og í fyrsta umfarið varð hann borin út á børu. Men tá heiðursmerkini skuldu handast, var hann longu klárur aftur.
Marnar var alla tíðina millum teir fremstu, og tá nakað leið út á renningina, vóru teir bara tríggir eftir, og hinir báðir fremru, Kevin Loundes frá Isle of Man og Thomas Fay av Orknoyggjum, fóru eitt sindur frá Marnari.
Kortini var bronsan ongantíð í vanda, tí eingin av rennarunum aftanfyri, var í nánd av at hótta Marnar, sum kom á mál við tíðini 33:14.40 minuttir, sum var hálvanannan minutt frá gullinum og góðan hálvan minutt frá silvurinum.