Um vikuskiftið hava fimm ungir rennarar luttikið í DM fyri ung í Glostrup. Tað gekst teimum væl og komu tey heimaftur við 1 gull-, 2 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki.
Marnar Djurhuus, sum rennur fyri Treysti, vann gull í 3000 metra renningini, og hann kundi tí lata seg heiðra sum danskur meistari. Marnar vann eisini silvur í 1500 metra renning.
Jan Elmar Sørensen úr Treysti vann somuleiðis silvur í 3000 metrar forðarenning.
Dánjal Jákup Niclasen úr Bragdi vann bronsu í 300 metrar renning. Hetta var fyrsta kapping hjá Dánjal Jákup av hesum slagi, so hann fekk óføra byrjan.
Rebekka Fuglø úr Treysti og Rúni Seloy úr Bragdi fingu eisini góð úrslit, men rukku ikki heiðursmerkjum hesaferð.










