Tveir føroyskir rennarar vóru í finaluni í 5000 metrar teininum á oyggjaleikunum í dag. Tær vóru Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen.
Tað eydnaðist tí einu føroysku kvinnuni at vinna heiðursmerki. Marna Egholm endaði nevniliga á einum triðja plássið í renningini. Hon kom á mál við tíðini 17:44.45.
Bjørk Herup Olsen kom á mál sum nummar sjey til renningina. Hon hevði tíðina 18:26.58.
Hin føroyingurin, ið luttók í eini finalu í dag í frælsum ítrótti, var Tórur Mortensen. Hann endaði á einum áttanda plássið í trístøkk.