Marna tekur yvir eftir Tobba

Mynd: Demokratia

Demokratia hevur í kvøld valt Marnu K. Jacobsen til nýggja forkvinnu í nevndini, aftaná at felagið hevur havt sín fyrsta aðalfund síðani at gamli formaðurin, Tórbjørn Jacobsen, legði frá sær.


Í nevndini umboðar Marna K. Jacobsen Kvinnufelagsamskipan Føroya.


Tórbjørn Jacobsen mátti leggja formanssessin frá sær, tá Heilsu- og Innlendismálaráðið metti, at tað ikki bar til at røkja borgarstjórasessin í Runavíkar kommunu og formanssessin í Demokratia samstundis.


Av tí, at Marna K. Jacobsen frammanundan røkti sessin sum forkvinna í nevndini, so mátti nýggjur næstformaður eisini veljast í kvøld, og fall valið á Petur Martin Hansen, ið er umboðið hjá Javnaðarflokkinum í nevndini. 

Mynd: Demokratia

Mynd: Demokratia

Mynd: Demokratia

Mynd: Demokratia

Mynd: Demokratia