Marna Signy Olsen, fødd Holm, úr Vági fyllir tann 1. desember 70 ár. Foreldur hennara vóru Alfred Holm, skipari, og Elsa Holm, ættað av Eiði. Marna er næstelst av 7 systkjum. Alfred var sjómaður alt sítt lív. Hann fór til sjós, tá hann var 13 ára gamal og sum blaðungur fór hann at føra skip og var síðani skipari alt sítt lív, eisini undir krígnum, har hann sigldi øll krígsárini m.a. saman við bróðuri sínum, Esbern, sum eisini gjørdist skipari. Elsa omman kom sum blaðung suður til Vágs at arbeiða í fiski, bert 17 ára gomul. At Elsa fann saman við Alfredi var nú ikki só ónatúrligt, tá hon eisini sjálv var uppvaksin við einum pápa, sum var sjómaður og skipari alt sítt lív.
Marna, mamma ogra, vaks upp vesturi á Oyralagnum í Vági. Tíðliga sást, at hon hevði sera góð bóklig evnir. Alfred abbin plagdi at taka til: ”Lat Marnu sleppa at lesa”, meðan øll hini systkini vórðu sett til at hjálpa til har heima. Hugurin var so sterkur til bókina, at hon mangan sat úti á trappusteininum og las til sólin fór niður. Mamma tók realprógv í Vági í 1957 við útmerkilsi. Eftir lokna skúlatíð fór hon vestur á Garðarnar at arbeiða á kontórinum. Gamli á Gørðunum var sera væl nøgdur við hennara arbeiði, og varð tí sera harmur, tá ið hon ein dagin segði við hann, at hon ætlaði sær til Danmarkar at lesa. Um jóltíðir í 1958 var mamma úti hjá Johannus Andreas Næss og fekk hann at hjálpa sær við at finna ein góðan skúla i Danmark og at skriva umsókn. Næss man ivaleyst hava vitað, at ungur vágbingur var staddur á Nørre Nissum Seminarium og hevur tí helst havt eina ætlan í huga, tá ið hann sendir umsóknina hjá mammu til Nørre Nissum Seminarum, har pappa longu var byrjaður at læra til lærara.
Tá ið tíðini var ikki nakar miðnámsskúli og tí skuldi man ígjøgnum eitt fyrireikingarár fyri at sleppa inn á læraraskúla. Realprógvið hjá mammu var so gott, at henni nýttist ikki at taka hetta fyrireikingarár, og fór hon tí beinleiðis upp til próvtøkurnar hjá fyrireikingarflokkinum og stóð royndirnar. Mamma byrjaði at læra til lærara á Nørre Nissum Seminarium í 1959.
Ivaleyst hevur tað verið hugaligt hjá unga føroyinginum at fáa vøkru og dugnalig vágsgentuna at práta við, tí mangan kundi tað tykjast einsligt hjá føroyinginum í Norður-vest Jytlandi.
Hesi bæði slóðaðu fyri, at mangir føroyingar síðani hava leitað sær til Nørre Nissum Seminarium at nema sær útbúgving. Um tú vitjar Nørre Nissum í dag eru minnir og varðar eftir teimum á skúlanum. Eitt nú stendur ein lítil borðbátur á skúlanum, sum foreldini hjá pabba góvu skúlanum, tá pabba sum fyrsti føroyingur hevði lokið læraraprógv har í 1962.
Pabba og mamma gjørdust skjótt par og mangar eru søgurnar, sum kundu verið tiknar fram til eitt slíkt høvi. Tað var ikki bert hesin ungi føroyingurin, sum hevði gott eyga til ungu og dugnaligu vágsgentuna. Pabba mátti tí gera skjótt av, tí fleiri danir vóru eisini bergtiknir av hesu vøkru føroysku gentuni. Tey hildu jól tríggjar ferðir niðri og longu fyrsti jólini, tey hildu í Danmark, gjørdust mamma og pabba ringforlovað heima hjá familjuni Korsgaard, sum vóru foreldrini hjá Kristian Korsgaars, sum gekk í sama flokki sum pabba. Heimið hjá familjuni Korsgaard gjørdist teirra danska heim og hava okur sum børn mangan verið har og vitja um sumrarnar.
Mamma tók læraraprógv í 1963 og pabba starvaðist sum lærari hetta seinasta árið í Thyborøn, meðan hann bíðjaði til mamma gjørdi seg lidna. Tey komu síðan heim til Føroyar í 1963 og fingu lærarastarv við Vágs skúla. Sunnudagin 30 juni í 1963 legði Alfred abbin ”Magnus á Gørðunum” fullfermdan at kai í Vági og nú var um at gera skjótt av við giftuni, tí abbin skuldi til Onglands at selja fiskin. Longu tveir dagar seinni, týsdagin tann 2. juli, ringdi brúdleypsklokkurnar í Vágs kirkju fyri mammu og pabba. Brúdleypið stóð í ”Framtíðini” har m.a. øll manningin á ”Magnus á Gørðunum” var við.
Tað ber illa til at nevna mammu uttan at nevna pabba og øvugt, tí tey hava snøkt sagt bæði verið saman um alt. Lærarayrkið gjørdist teirra lív og hevur skúli og skúlaskapur verið snúningsásin í teirra lívi og harvið eisini í ogra uppvøkstri. Hetta er helst orsøkin til, at vit øll 3 systkini hava starvast innan skúlaverkið. Man kann ikki siga annað enn, at tað var ein tryggur og góður uppvøkstur ogur hava fingið, har krøv og skyldur eins væl og stimbran og eggjan hevur verið reyði tráðurin í okkara uppvøkstri. Seinni hava ogur altíð verið stuðlaði í at nema ogum kunnleika fyri síðan at bera hann víðari, og hetta er í grundini grundarsteinurin undir øllum skúlaskapi.
Tann vísdómur, sum mamma hevur nomið sær úr bókunum, og sum síðan varð sett í eitt nýtt námsfrøðisligt ljós á Nørre Nissum Seminarium, hevur verið grundarlag í okkara uppaling. Hetta kann lýsast við 3 dømum frá okkara uppvøkstri: Eina ferðina, tá ið stákast varð til fína útlendska vitjan, hevði Elsa Maria tikið allar sóljurnar av bønum omanfyri húsini, og við fullum føvningi av sóljum og engageraðari luttøku í hesu fínu vitjan, pyntaði hon gangin og stovuna við øllum sóljunum . Tað fría og sjálvstøðuga initiativið varð ikki hartað, men tvørurímóti virðismett og stimbrað, og sóljurnar vóru ikki koyrdar burtur, men nýttar sum ein partur av prýðunum undir hesari vitjan. Eisini kann nevnast, at aldrin varð eitt øvugt orð sagt, tá ið Martin Karl sandaði bildeilir runt eftir øllum gólvunum í kjallarahæddini. Heldur enn at krevja, at hetta skuldi út úr kjallaranum, varð tað ístaðin sæð sum ein menningarliður í at nema sær kunnleika til tað, ein hevði hug til. Hetta gekk sjón fyri søgn, tá bildeilirnir komu á rætta stað og bilurin koyrdi aftur. Stuðulin til persónliga menning sást eisini, tá ið Annika svam á landsliðnum, har mamma og pabba vóru við til hvørja einastu kapping, og vóru við til at síggja teir smáu sigrarnir, sum at enda førdu til, at Annika gjørdist ein av Føroya bestu svimjarum.
Mamma er eitt gott dømi uppá nýggju kvinnuna, sum bæði er sprottin úr tí gamla rótfasta kvinnuleiklutinum, har kvinnan passaði sítt heim, og samstundis hevur ein longsul eftir at útinna nakað á sínari persónligu og fakligu yrkisleið uttanfyri heimi. Mamma er eitt fyrimyndarligt dømi uppá hesa mangan ósameinigligu strembanini, bæði at stýra heiminum og megna at gera karrieru. Samstundis sum hon hevur givið okkum børnum allan ynskiligan tryggleika, kærleika og stimbran í okkara uppvøkstri, hevur hon eisini havt eina virknað og góða yrkisleið og hevur megnað hesi bæði til fulnar.
Eftirmælið hjá mammu, sum lærari við Vágs skúla, er framúr gott. Mangan møta vit næmingum, sum mamma hevur havt í skúlanum, ið taka til, hvussu fakliga dugnalig hon var við framúr góðum evnum at læra frá sær. Fakliga og námsfrøðisliga støðið í hennara frálæru var høgt, og setti hon høg krøv bæði til sín sjálvs og til sínar næmingar.
Hetta er ikki so undarligt, tá hugsað verður um, at mamma og pabba tóku nýggja námsfrøði og hugsan um frálæruhættir við sær heimaftur til Føroya. Í hesum nýggju hugsjónunum løgdu tey dent á, ikki bert tað fakliga og námsfrøðisliga, men eisini tað kreativa og heila menniskja. Við m.a. at føra sjónleik, nýggjan ítrótt og tilevning inn í skúlaskapin, megnaðu tey at menna tað einstaka individið soleiðis, at tað gjørdist í samljóð í felagsskapinum.
Ikki óvæntað gjørdist mamma ráðgevi í donskum, tá ið Landsmiðstøðin í Havn gjørdist veruleiki. Har starvaðist hon í 10 ár sum ráðgevi. Her hevur hon lagt mongum lærarum í Føroyum lag á. Eisini kan nevnast, at hon mangar ferður var í Danmark sum skikkaður próvdómari, útnevnd av danska undirvísingarmálaráðnum. Harumframt kann nevnast, at hon hevur rættað helmingin av teimum donsku stílunum í víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans í nærum ein mansaldur.
Eftir skurðviðgerð á Ríkissjúkahúsinum misti mamma røddina og harvið misti hon eisini høvuðsamboðið sum lærari og var á lutfalsliga ungum aldri noydd at sala um eftir at hava starvast í fólkaskúlanum í 37 ár. Síðan hevur mamma verið “omma uppá fulla tíð” og hevur gleðst um og notið síni 5 ommubørn, Bjørk, Leu, Markus, Jákup og Bjarna. Ommubørnini, stór sum smá, elska og síggja upp til hesa ungdómligu ommu, sum bæði koyrir lastbil og fortelur teimum søgur úr hennara ríka søguskatti, sum hon dugir framúr væl at geva frá sær. Tað er ikki av ongum, at vit altíð hava hildið, at mamma veruliga átti at verið rithøvundur og skrivað barna- og ungdómsbøkur, so at øll onnur børn eisini kundu fingið gleði av hennara dýrmæta søguskatti.
Mamma og pabba hava ríkað okkara lív á óteljandi økjum, sum vit eru sera takksom fyri. Í ogra heimi hava mong havt sína dagligu gongd og hava tey kent seg hoyra til har. Og tí er tað ógvuliga natúrligt, at mamma og pabba hava valt at halda føðingardagin í heimi ogra tann 27. novembur kl. 19, har øll eru hjartaliga vælkomin at heiðra mammu á 70 ára føðingardegi hennara saman við okkum øllum.
----------
Við takkarkvøðu
Elsa Maria, Martin Karl og Annika við familjum