Roysnið skipaði fyri FM í 10 km landavegsrenning í Runavík leygardagin. Rebekka Fuglø og Andrias Hansen lógu á odda í vetrarkappingini hjá rennarunum og vóru tí millum favorittarnar, men leygardagin høvdu tey tó ongan tjans, sambært heimasíðuni Frælsur Ítróttur Føroyar.
Rebekka Fuglø vísti, at hon rennur so væl sum ongantíð fyrr, og brúkti fyri fyrstu ferð undir 39 minuttir upp á teinin. Hóast hon setti persónligt met, so var tað ikki í nær námind av at vera gott nokk til at vinna leygardagin.
Marna Egholm var komin til Føroya úr Danmark. Hon er ein av fremstu rennarunum í ríkinum og vísti tað aftur hesa ferð. Hon rann hálvan triðja minutt skjótari enn Rebekka Fuglø, sum bleiv nummar tvey. Tíðin hjá Marnu Egholm, 36.31 minuttir, er eisini tann trið skjótasta í danska ríkinum í ár. Duruta R. á Lofti endaði nummar trý.
Hjá monnunum royndi Andreas Hansen at fylgja við, men Jan Elmar Sørensen setti ferð á beinanvegin, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn Andreas Hansen mátti sleppa honum.
Sjálvur sigur Jan Elmar Sørensen, at hann fekk livurhøgg longu eftir trimum kilometrum, men kortini megnaði hann gerast føroyameistari og seta nýtt persónligt met við tíðini 33.38 minuttir.
Andrias Hansen bleiv nummar tvey og Julian Gregersen nummar trý.
Heimasíðan gleðist um, at rennararnir eyðsæð eru væl fyri til Oyggjaleikirnar í summar.