Marna kom ikki á mál

Marna Egholm mátti gevast við skaða, tá hon luttók í NM í lendisrenning leygardagin.

Samstundis sum heimligu vetrarrennararnir runnu fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini Runt Agnið leygarmorgunin, var Føroya í løtuni besti rennari, Marna Egholm, í Gøteborg, har hon umboðaði Føroyar til norðurlandameistaraskapið í lendisrenning. Frammanundan var greitt, at hetta var stak trupul uppgáva hjá Marnu, sum hevur vant til og runnið maraton í september. Fyrri partur av oktober varð mest nýttur til restitutiónsvenjing, og sera lítil tíð hevur verið at fyrireika seg til hesa uppgávuna.

Tað var tí als ikki óvæntað, at Marna kom at stríðast á halanum. Rennast skuldu 5 umfør á 1,5 km, tilsamans 7,5 km. Eftir fyrsta umfar var hon beint aftan fyri donsku Zeniu Mogensen og tvær svenskar og beint frammanfyri eina finska. Marna kempaði væl, og dragnaði spakuliga á aftasta plássi. Nakað eftir 5 km, steig Marna harðliga niður á ein stein, og merkti ógvusliga pínu upp gjøgnum allan kropping. Hetta gjørdi, at hon valdi at gevast. Tá hon gavst vóru um 20 sekund fram til donsku og svensku kvinnurnar, sum nú lógu á halanum.

Tað er stórur munur á at renna maraton og so at renna eina so intensa 7,5 km lendisrenning. Marna fer nú aftur undir miðvísa venjing fram móti enn einari betring á maratonteininum. Hon sigur seg tó vera sinnaða at fara aftur til NM í lendisrenning, og vit vóna sjálvandi, at hon ikki verður hin einasta.

 

Á úrslitasíðuni stendur, at Marna er komin á mál við tíðini 33.00. Hetta er tó ikki rætt.